
Ein av fyrilestrahaldarunum á Tonik 2025 er Laila Midjord.
Hon hevur saman við tveimum øðrum stovnað fyritøkuna DrinkSaver, sum hevur uppfunnið og sniðgivið eitt glas, serliga ætlað rørslutarnaðum – og sum ger tað næstan ógjørligt at stoyta.
Í 2024 vann DrinkSaver eina Red Dot Design Award, sum er ein av heimsins mest virdu heiðurslønum innan fyri vørusnið. Tey vunnu eisini donsku Venture Cup kappingina, og komu víðari til University Startup heimskappingina, har tey blivu nummar tvey í bólkinum Íverksetararvørur.
Laila Midjord er útbúgvin sivilverkfrøðingur við sergrein í design og innovatión og hevur havt ein týðandi leiklut at menna fyritøkuna DrinkSaver, eitt skifti eisini sum CEO.
Laila Midjord fer á Tonik at greiða frá síni íverksetaraferð, sum í roynd og veru byrjaði longu í fólkaskúlanum, tá ið hon og ein floksfelagi úr NámX vunnu SkúlaFM, sum er íverksetarakappingin í fólkaskúlanum, sum Íverksetarahúsið skipar fyri.
Framløgan hjá Lailu verður á enskum og heitið er: “How Inclusive Design Shaped Drinksaver and Won a Red Dot — My Startup Journey” .
Fleiri enn 60 fyritøkur luttaka á ársins Tonik og væntandi verða um 700 fólk. Hesi umboða íverksetarafyritøkur, vinnuvirkir, tænastufeløg, myndugleikar, fíggjarstovnar og íleggjarar.
Tonik verður í Silo á Vestaru bryggju fríggjadagin 9. mai.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald