Innanlands

Íverksetarahúsið dagført fyri áleið tvær milliónir krónur

Talan er um gomlu skrivstovuna hjá J.F. Kjølbro og harvið ein søguligan bygning, ið nú millum annað verður bjálvaður

2022-05-19 20:24 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Íverksetarahúsið, sum síðan stovnsetan í 2007, hevur hildið til á gomlu skrivstovuni hjá J.F. Kjølbro, verður í hesum døgum dagført. Arbeiðið fevnir um, at húsið verður bjálvað og síðan verður puss, sum er eitt lag av kálki, lagt uttaná. Eisini verður nýggj rýmingarleið og inngongd gjørd, partur av el-arbeiðinum verður gjørt av nýggjum, umframt ábøtur á rør og kloakk viðurskifti í søguliga bygninginum.

Ábøtur á bygningin eru seinnu árini framdar líðandi, bæði innan og uttan. Dentur hevur allatíðina verið lagdur á, at tryggja søguliga bygningin hjá Klaksvíkar kommunu soleiðis, at allar umvælingar verða framdar í tráð við upprunaliga bygningin og søguna á staðnum.

[object Object]

[object Object]

Av umvælingum og dagføringum seinastu árini kunnu nevnast millum annað snotiligu fundarhølini og kvistur á loftinum, nýggjar skrivstovur í miðhæddini og nýggjur køkur, sum bleiv settur upp í fjør.

Arbeiðið, sum nú verður framt, kostar áleið 2 milliónir krónur. Arbeiðstakarar eru: Olivar Olsen, timburmeistari, Norðhús, Fremja Spf. Løggildir EL-Innleggjari, Anskar Hansen, málarameistari og sp/f Ingolf Hansen, múrari.

Klaksvíkar kommuna









placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder