Mentan

Íverksetarakafé um uppsøkjandi sølu í kvøld

Talan er um eitt ókeypis tiltak hjá Hugskotinum, ið gongur fyri seg á netinum – Niclas Heri Jákupsson fer at undirvísa um uppsøkjandi sølu, sum er ein afturvendandi avbjóðing hjá mongum íverksetarum

Niclas Heri Jákupsson

Niclas Heri Jákupsson

2020-11-25 08:59 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í kvøld klokkan 19 skipar Hugskotið aftur fyri ókeypis íverksetarakafé – hesaferð á netinum.

Á íverksetarakaféini fer Niclas Heri Jákupsson at undirvísa um uppsøkjandi sølu, sum er ein afturvendandi avbjóðing hjá mongum íverksetarum. Niclas Heri fer m.a. at undirvísa í amboðnum Søluhjólið, sum hevur hjálpt nógvum íverksetarum at broyta sína hugsan um uppsøkjandi sølu.

Tá ið søluhjólið verður brúkt, arbeiðir mann við at finna inn til tørvin hjá kundanum – heldur enn bert at greiða frá sínari fyritøku og sínari vøru ella tænastu.

Fyri mong er tað eisini ein avbjóðing at seta seg í samband við nýggjar og ókendar kundar og hetta førir javnan til søluótta. Í tonkunum er tað rationelt og logiskt at seta seg í samband við nýggjar kundar – men eitt er at hugsa tað, eitt annað er at gera tað. Tí fer Niclas Heri eisini at umrøða søluótta og hvussu mann kemur fetið víðari frá tanka til handling.

Sambært Hugskotinum hava fleiri enn 200 fólk teknað seg til tiltakið, og vísir hetta ein stóran áhuga fyri tiltakinum. Av tí at talan er um eitt tiltak á netinum, er tó enn pláss fyri fleiri. Hóast tiltakið er ókeypis, er neyðugt við tilmelding, og hon fer fram her.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder