Mentan

J-dagur í dag

Føroya Bjór hevur koyrt nýtt jólabryggj á marknaðin í dag

2019-11-01 14:18 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Jólabryggið 2019 frá Føroya Bjór er bryggjað og fæst til keyps frá í dag, 1. november.

Bryggjarar frá Føroya Bjór siga, at nógv er gjørt burtur úr góðsku og samanseting av rávørum til ársins jólabryggj.

Sera góð skotsmál eru longu givin frá serfrøðingum heima og uttanlanda, ið hava smakkað Jólabryggið.

Jólabryggið hóskar serliga væl afturvið øllum jólamati sum røstum kjøti, gás, fleska- og oksasteik.

Jólabryggj fæst til keyps í sølubúðunum kring landið.

Sum siðvenja er, fara fleiri skeinkistøð í Føroyum at halda J-dagin, sum er tann dagurin tá jólabryggj kemur út.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder