![placeholder](https://dagur.fo/css/img/banner2x1.png)
Seinnapartin í gjár var lisitatiónin í Svimjihøllini í Gundadali, har tilboðini uppá nýggja langhylin í Havn vórðu latin upp.
Trý feløg vóru á staðnum við brævbjálvum, og tilboðini vóru hesi:
Búsetur: 159.901.443 krónur
Articon: 148.680.571 krónur
J. &. K. Petersen: 147.295.181 krónur
Arbeiðið skal eftir ætlan byrja beinanvegin. Tað skal vera liðugt við ársenda 2022/23, boðar J. & K. Petersen frá í tíðindaskrivi.
Verkætlanin umfatar útbygging av verandi svimjihyli við einum 50m hyli. Samlaða víddin er 3.100 m2 býttar á 2 hæddir. Í sunnara enda eru 2 hæddir, har tann ovara er 546 m2.
Onnur verkætlanin innanfyri ein mánaða
Hetta er onnur stóra verkætlanin, sum J. &. K. Petersen hevur vunnið seinasta mánaðin.
1. September skrivaði felagið undir sáttmála við IRF um bygging av nýggjum tyrvingarplássi Úti í Nýggjheiðum í Kvívík, – henda verkætlanin er omanfyri 70 mió. krónur.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald