Uttanlands

Jacinda Ardern fær trý ár afturat

Eftir nýsælendska tjóðartingsvalið leygardagin gjørdist tað ein stórur sigur til Labour

Jacinda Ardern fær trý ár afturat sum forsætisráðharri (Mynd: EPA)

Jacinda Ardern fær trý ár afturat sum forsætisráðharri (Mynd: EPA)

2020-10-17 15:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jacinda Ardern fær trý ár afturat í nýsælendska forsætisráðharrasessinum.

Tað er greitt, eftir at 95 prosent av atkvøðunum eru taldar eftir tjóðartingsvalið í dag.

Við yvir 49 prosent av atkvøðunum, er hetta ein stórur sigur fyri Labour, flokkurin hjá Jacinda Ardern.

– Nýsæland hevur víst Labour flokkinum størsta stuðulin í næstan 50 ár. Vit taka ikki stuðul tykkara fyri givið, og eg kann lova, at vit vera ein flokkur, sum fer at stýra fyri allar nýsælendingar, sigur 40 ára gamli forsætisráðharrin.

Labour er ávegis at vinna 64 av teimum 120 plássunum í nýsælendska tjóðartinginum. Í løtuni hevur flokkurin annars bert 46, men nú er líkt til, at flokkurin kann skipa stjórn einsamallur. Um so er, verður hetta fyrstu ferð, síðan landið skifti valskipan í 1996.

Konservativa andstøðan hevur góðtikið ósigurin, og Judith Collins, andstøðuleiðari hevur ynskt Jacinda Ardern til lukku við framúrskarandi úrslitinum, sum Labour hevur fingið.

Jacinda Ardern hevur sambært Ritzau havt sera góða undirtøku undir koronakreppuni. Nýsæland var skjótt at lata landið aftur, tá korona byrjaði at gera um seg, og hevur landið havt nakrar av strangastu avmarkingunum í heiminum.

Nýsæland hevur nú tvær ferðir megnað at fingið tamarhald á koronasmittuni, og landið, ið hevur uml. 5 mió. íbúgvar, hevur sambært Worldometers.info "bert" skrásett 1.883 smittutilburðir og 25 andlát. Eisini er gerandisdagurin í landinum næstan heilt vanligur í mun til í fleiri ørðum londum. Nýsæland er millum tey fáu støðini, har tað ikki er krav at brúka masku ella at halda frástøðu.

Jacinda Ardern hevur lagt dent á mál sum kvinnurættindi og sosialt rættvísi.

Á tjóðartingsvalinum varð veljarin eisini spurdur, um hann var fyri ella ímóti at legalisera kannabis. Úrslitið av tí atkvøðugreiðsluni verður tókt 30. oktober.

Tjóðartingsvalið skuldi upprunaliga vera í september, men orsakað av korona varð valið útsett í ein mánað.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder