Innanlands

Jacob Eli heldur fram sum formaður

Í gjár hevði Føroya Lærarafelag aðalfund á Hotel Føroyum, og tá varð Tórhallur við Gil afturvaldur, og Eyðbjartur Skaalum varð nývaldur í nevndina

Jacob Eli S. Olsen heldur fram sum formaður (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

Jacob Eli S. Olsen heldur fram sum formaður (Savnsmynd: Ólavur Frederiksen)

2022-05-01 16:43 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár hevði Føroya Lærarafelag aðalfund á Hotel Føroyum.

Undan aðalfundinum var longu greitt, at Jacob Eli S. Olsen, ið hevur verið formaður í felagnum seinastu trý árini, fór at halda fram, av tí at einki mótvalevni var.

Á nevndarvalinum stóru Andrea á Ríðuni, sum hevði verið næstforkvinna seinastu trý árini, og Tórhallur við Gil, sum hevði verið skrivari í tvey skeið, fyri vali, og næstforkvinnan stillaði ikki uppaftur.

Fýra valevni bjóðaðu seg fram til nevndina – Annbritt Toftegaard, skúlastjóri í skúlanum á Giljanesi; Augusta Egholm Petersen, lærari í Vestmanna skúla; Eyðbjartur Skaalum, lærari í skúlanum á Argjahamri; Oluf Müller, lærari í Hoyvíkar skúla; og Tórhallur við Gil, lærari í Runavíkar kommunuskúla, stillaði uppaftur.

Tá ið avtornaði vóru Tórhallur við Gil og Eyðbjartur Skaalum valdir við ávikavist 191 og 132 atkvøðum.

Í nevndin í Føroya Lærarafelag sita nú Jacob Eli S. Olsen, formaður, Bergur Samuelsen, Jona Højsted, Tórhallur við Gil, og Eyðbjartur Skaalum. Nevndin skipar seg í næstum, skrivar Føroya Lærarafelag.

1. tiltakslimur í nevndini er Annbritt Toftegaard, og 2. tiltakslimur er Augusta Egholm Petersen.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder