2025-05-02 07:35

Leygardagin var aðalfundur í Føroya Lærarafelag. Tað var longu undan fundinum greitt, at somu fólk halda fram í nevndini, tí eingi onnur buðu seg fram.
Jacob Eli S. Olsen fer nú undir nýtt trý ára skeið sum formaður. Hann hevur staðið á odda fyri felagnum í seks ár.
Nevndin hevur annars skipað seg við Tórhalli við Gil sum næstformanni, Jonu Højsted sum kassameistara, Eyðbjarti S. Skaalum sum skrivara og Bergi Samuelsen sum nevndarlimi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald