2019-08-20 16:35
Skrásetingin fekk í gjár boð um, at Jacob Slyne er farin frá sum stjóri í felagnum WeTravel. Fráboðari er Jacob Slyne sjálvur.
Einki stendur um nýggjan stjóra og heldur ikki eru aðrir upplýsingar.
Tað var tann 31. juli, at WeTravel boðaði frá, at fyritøkan var farin í gjaldssteðg, og at hetta fór at ávirka tey, sum høvdu bílagt ferð frá ferðaskrivstovuni. Millum annað ein skúlaflokkur á tøknibreytini á Tekniska Skúla í Klaksvík, sum misti alla sína ferð sum var goldin. Hjá teimum var talan um áleið 250.000 krónur.
Eingin almenn fráboðan er komin enn um støðuna hjá WeTravel.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald