Fleiri milliónir úr øllum heiminum fylgdu við, tá bretska drotningin gjøgnum 70 ár fór til gravar í september í fjør, og nú eru útreiðslurnar í sambandi við jarðarferðina gjørdar upp.
Sambært bretska fíggjarmálaráðnum brúkti bretska stjórnin uml. 161,7 milliónir pund uppá jaðarferðina hjá Elizabeth drotning og tiltøk, sum vórðu hildin í hesum sambandi.
Tað svarar til 1,4 milliardir í okkara krónum, skrivar Ritzau.
Í fráboðan frá fíggjarmálaráðnum verður greitt frá, at tað hevði hægstu raðfesting hjá stjórnini, at tiltøkini fóru fram uttan trupulleikar og á tignarligan hátt. Samstundis skuldi almenna trygdin vera upp á pláss.
Elizabeth II andaðist 8. september 2022, 96 ára gomul. 2000 gestir úr øllum heiminum vóru boðin til jarðarferðina. Ikki síðan jarðarferðina hjá fyrrverandi forsætisráðharranum Winston Churchill í 1965 høvdu so nógvir statsleiðarar verið savnaðir.
Í sambandi við jarðarferðina varð eisini skipað fyri øðrum tiltøkum. M.a. gingu uml. 250.000 fólk framvið kistu hennara áðrenn jarðarferðina, teir dagarnir hon lá castrum doloris.
Meginparturin av útreiðslunum hevði innlendismálaráðið, sum hevði ábyrgdina fyri løgreglu og trygd. Talan var um 73,7 milliónir pund – uml. 630 milliónir krónum.
Sambært løgregluni í London var jarðarferðin tá tann størsta løgregluuppgávan, hon nakrantíð hevði havt.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald