Mentan

Jahn Teigen deyður

Fólkakæri norski sangarin gjørdist 70 ár

Jahn Teigen (Mynd: Visualhunt)

Jahn Teigen (Mynd: Visualhunt)

2020-02-25 09:32 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Fólkakæri norski sangarin, Jahn Teigen, doyði í gjørkvøldið á sjúkrahúsi í svenska býnum Ystad. Tað upplýsir managerin hjá honum, Trond Lie, fyri norsku NTB-tíðindastovuni.

Eftir Jahn Teigen situr dóttirin, 35 ára gamla Sara Skorgan Teigen, sum hann fekk saman við sangarinnuni Anita Skorgan, skrivar NRK.

Seinastu árini hevur Jahn Teigen livað burtur frá almenninginum á einum garð í Ingelstorp uttan fyri Ystad.

Hann varð føddur í Tønsberg 27. september 1949 og virkaði í 52 ár sum sangari. Hann legði 60 útgávur eftir seg, harav 38 sum solistur. Gjøgnumbrotið fekk hann tá hann í 1978 vann norsku Grand Prix kappingina við ”Mil eftir Mil”, sum gjørdist eitt stórt hitt í Noregi, hóast sangurin endaði aftast við null stigum.

Hann var við til norsku Grand Prix kappingina 16 ferðir og vann og umboðaði Noreg á altjóða finaluni fýra ferðir.

Í fjør varð Jahn Teigen heiðraður, tá hann gjørdist 70 ár. Tað hendi undir framførsluni ”Optimist”, sum byggir á 26 av sangunum hjá Teigen.

Jan Teigen varð tvær ferðir løntur við Spellemansprisen, í 1983 og 2009. Hann fekk eisini fleiri aðrar virðislønir, eitt nú Norsk Artistforbunds Ærespris í 2003 og varð limaður inn í Rockheim Hall of Fame í 2012 og aftur í 2017 saman við bólkinum Popol Ace.

Í 2010 varð hann sligin til St Ólavs riddara av Haraldi kongi fyri sín avrik fyri tónleikin.

Best umtókti sangurin hjá Jahn Teigen man vera ”Det Vakresste som Fins”:

Í samband við at norsku Grand Prix kappingina í 2008 hevði Jahn Teigen eina framførslu har hann sang eina røð av sínum bestu sangum:

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder