Jakob Ellemann-Jensen, formaður í Vinstra, sum hevur verið sjúkrameldaður síðan í februar, fer aftur til arbeiðis í morgin sum verjumálaráðharri og varaforsætisráðharri í morgin.
Tað váttar forsætismálaráðið sambært donskum miðlum.
Meðan Ellemann-Jensen hevur verið sjúkrameldaður, hevur Troels Lund Poulsen, búskaparmálaráðharri, verið virkandi verjumálaráðharri, og næstforkvinnan í Vinstra, Stephanie Lose, hevur í hesum tíðarskeiðnum verið virkandi búskaparmálaráðharri.
Jakob Ellemann-Jensen fór fyrst í februar mánað í sjúkrafarloyvi í óásetta tíð, eftir at hann hevði fingið eitt dánilsi.
- Kroppurin sendir tekin um, at tað er tíð til at taka ein steðg, um tað ikki skal enda galið, segði Vinstra-formaðurin í fráboðan fyri hálvum ári síðani, eftir at hann eftir ráðum frá lækna hevði tikið avgerð um at fara í farloyvi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald