Uttanlands

Jakob Ellemann-Jensen er nú formaður í Venstre

Á eykalandsfundinum hjá flokkinum í Herning í morgun, varð hann alment valdur til formann

Mynd: DR

Mynd: DR

2019-09-21 10:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í morgun hevur Venstre fingið ein nýggjan formann.

Í løtuni er eykalandsfundur hjá Venstre í Herning, har val av formanni og næstformanni m.a. er á dagsskránni.

Jakob Ellemann-Jensen var tann einasti, sum hevði bjóðað seg fram sum formansvalevni, og tí varð avgjørt, at tað ikki var neyðugt hjá teimum 889 limunum, sum høvdu atkvøðurætt á fundinum, at atkvøða um málið, skrivar DR.

Tá Jakob Ellemann-Jensen hevði hildið røðu, varð hann tí formliga útnevndur til formann.

Fyrrverandi formaðurin, Lars Løkke Rasmussen, var ikki til staðar á fundinum. Í dag er annars ein serligur dagur hjá Løkke, tí í dag eru akkurát 25 ár liðin, síðan hann varð valdur á fólkating á fyrsta sinni.

Einasti fyrrverandi Venstre-formaðurin, sum var til staðar á fundinum, var Uffe Ellemann-Jensen, sum var formaður frá 1984 til 1998. Uffe Ellemann-Jensen er pápi nýggja formanninum, og var hann komin at vera við á stóra degnum hjá soninum.

Jakob Ellemann-Jensen er 10. maður at sita í formanssessinum hjá Venstre.

Inger Støjberg og Ellen Trane Nørby hava báðar bjóðað seg fram sum næstformansvalevni, og seinni verður avgjørt, hvør teirra fær næstformanssessin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder