Uttanlands

Jakob Ellemann-Jensen gevst í politikki

Verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose, næstforkvinna, yvirtaka leiðsluna av Vinstra, inntil nýtt forfólk verður funnið

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2023-10-23 09:25 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Jakob Ellemann-Jensen leggur frá sær sum formaður í Vinstra og gevst eisini fullkomiliga í donskum politikki.

Tað boðaði hann frá á tíðindafundi á Christiansborg í morgun.

– Eg fari úr fólkatinginum í dag. Eg gevist fullkomiliga í donskum politikki í dag. Eg meldi meg ikki inn í ein annan flokk. Eg meldi meg úr politikki. Eg meldi meg ikki úr Vinstra, segði hann.

Verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose, næstforkvinna, yvirtaka leiðsluna av flokkinum, inntil nýtt forfólk verður funnið á næsta landsfundinum hjá flokkinum. Troels Lund Poulsen heldur fram sum verjumálaráðharri og verður virkandi búskaparmálaráðharri.

Jakob Ellemann-Jensen, sum yvirtók formanssessin í Vinstra frá Lars Løkke Rasmussen í 2019, varð fyrr í ár sjúkrameldaður í hálvt ár vegna strongd, men hann fór aftur til arbeiðis 1. august. Meðan hann var burturstaddur, vóru tað eisini Troels Lund Poulsen og Stephanie Lose, sum tóku sær av uppgávum hansara.

Sambært DR, hevur Vinstra minst nógva undirtøku, síðan Jakob Ellemann-Jensen bleiv formaður í flokkinum.

Í fyrstu veljarakanning, sum varð gjørd eftir formansskriftið í 2019, stóð Vinstra til at fáa undirtøku frá 24,6 prosent av veljarunum. Á fólkatingsvalinum í 2022, fekk Vinstra 13,3 prosent av atkvøðunum, og eftir hetta tók Vinstra við Jakob Ellemann-Jensen á odda søguligu avgerðina um at skipa stjórn saman við danska javnaðarflokkinum og Moderaterne, hóast hann undir valinum hevði víst aftur, at hann fór at skipa stjórn við flokkinum hjá Mette Frederiksen. Í seinastu veljarakanningini frá 3. oktober, fekk Vinstra bert undirtøku frá 8,7 prosent av veljarunum.

Dagførd kl. 9.50

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder