Í gjárkvøldið boðaði Jakob Ellemann-Jensen í Venstre frá, at hann bjóðar seg fram at gerast nýggjur formaður hjá flokkinum, eftir at Lars Løkke Rasmussen legði frá sær í farnu viku.
Avgerðin hjá Jakob Ellemann-Jensen kemur eftir fleiri áheitanum bæði frá fólkatingslimum og øðrum úr baklandinum hjá Venstre.
- Eg ynski at standa á odda fyri Venstre og fyri tí borgarligt liberala Danmark. Tí stilli eg upp til formanssessin, skrivaði hann á Facebook í gjárkvøldið.
Jakob Ellemann-Jensen hevur sitið í fólkatinginum fyri Venstre síðan 2011. Frá 2. mai 2018 til 27. juni 2019 var hann danskur umhvørvismálaráðharri. Pápi hansara er Uffe Ellemann-Jensen, fyrrverandi fólkatingsmaður fyri Venstre, sum eisini var formaður í flokkinum frá 1984 til 1998.
Støjberg vil vera næstformaður
Higartil er Jakob Ellemann-Jensen tann einasti, sum hevur bjóðað seg fram sum formansvalevni, og í morgun boðaði Inger Støjberg, fyrrverandi ráðharri í útlendinga- og integratiónsmálum, frá, at hon stillar upp til næstformann, eftir at fleiri hava peikað á hana sum eitt gott boð.
Jakob Ellemann-Jensen hevur eisini lýst Inger Støjberg sum ein góðan møguleika, og Inger Støjberg sigur, sambært DR, at hon heldur Jakob Ellemann-Jensen vera tann rætti at yvirtaka formanssessin.
- Eg stuðli honum 110 prosent. Hann verður tann heilt rætti formaðurin, sigur hon.
Nýggi formansskapurin skal eftir ætlan veljast á landsfundinum hjá Venstre 21. september. Í løtuni er fyrrverandi næstformaðurin, Kristian Jensen, virkandi formaður.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald