Nýggjur sóknarprestur er komin í norðara parti av Suðuroynni, har Annika Magnussen Gaard áður hevur starvast, og har avloysarar hava røkt seinasta hálva árið ella so.
Við hátíðargudstænastuna í Tvøroyrar kirkju 23. august tók Jákup Erlingsson Petersen við embætinum sum sóknarprestur í Suðuroyar norðara prestagjaldi. Biskupur skipaði hann í embæti.
Fólkakirkjan skrivar á heimasíðu sínari, at nógv fólk vóru komið saman, nú nýggju prestafólkini tóku við, eftir at Annika M. Gaard leitaði sær norð um fjørð undanfarna árskifti.
- Fagnaður og spenningur merktu løtuna, nú bæði ljós og lív skjótt verður í prestagarðinum aftur. Seinast góða hálva árið, hava teir báðir, Hanus Pál í Hvalba og Patrick í Vági, væl stuðlaðir av Jónsveini Bech, røkt Suðuroynna.
Jákup E. Petersen er klaksvíkingur. Seinastu sjey árini hevur hann verið prestur í Norðstreymoyar eystara prestagjaldi.
Eftir gudstænastuna varð borðreitt við góðum drekkamunni í kirkjuni, har høvi var at heilsa uppá Gurið, Jákup og børnini. Aftaná løtuna í kirkjuni vóru kirkjuráðini í norðaru hálvu vertir fyri einum døgurða, har eisini nógv nýttu høvi at heilsa prestafólkunum vælkomnum, skrivar folkakirkjan.fo.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald