Í februar boðaði Fjarhitafelagið frá, at Hans Christian Dam fór frá við eftirløn. Hann hevði tá havt dagligu leiðsluna í felagnum í 22 ár.
Eirikur Mørkøre, fíggjarleiðari, varð tá settur sum fyribilsstjóri fyri restina av 2026.
![]()
Hans Christian Dam, Annita á Fríðriksmørk, forkvinna í Fjarhitafelagnum, og Eirikur Mørkøre (Mynd: Fjarhitafelagið)
Nú hevur nevndin sett ein nýggjan stjóra.
Talan er um Jákup Martin á Válinum. Hann er 44 ára gamal og býr í Vestmanna saman við konu síni og trimum børnum.
Jákup Martin tók útbúgving sum maskinmeistari í 2009, hann hevur seinastu tíðina siglt sum maskinmeistari við jack-up skipi innan vindmyllu uppseting.
Fjarhitafelagið skrivar eisini um nýggja stjóran, at hann hevur royndir sum maskinmeistari á grønu orkuverkunum hjá SEV og eisini leiðsluroyndir hiðani: Sum økisleiðari í miðstaðarøkinum og seinast sum deildarleiðari á rakstrardeildini hjá SEV.
- Nevndin vil takka Eiriki Mørkøre, ið hevur røkt starvið sum fyribilsstjóri síðani í vár,eftir at Hans Christian Dam legði frá sær sum stjóri vegna aldur. Somuleiðis vil nevndin takka Hans Christiani fyri síni 22 ár sum stjóri í felagnum.
Seks fólk arbeiða á Fjarhitafelagnum, sum fyri kortum flutti í nýggj høli Úti við Strond í Havn.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald