Innanlands

Jákup Mortensen fekk heiðursskjalið

Stóru heiðurslønina í kvøld fekk Jákup Mortensen fyri í hálva øld at hava ment barna og ungdómsfótbóltin í NSÍ

Jákup Mortensen og Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í ÍSF (Skíggjamynd: KVF)

Jákup Mortensen og Elin Heðinsdóttir Joensen, forkvinna í ÍSF (Skíggjamynd: KVF)

2022-02-05 22:41 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Heiðurskjal Poul E. Petersen er størsta heiðursløn tú kanst fáa innan føroyskan ítrótt.

Heiðurskjalið fær ein persónur sum á serstakan hátt og yvir eitt longri tíðarskeið hevur tænt føroyskum ítrótti. Í fjør fekk Jóhanna Troest heiðurslønina fyri sítt ótroyttiliga arbeiði fimleikinum at frama.

Í ár var túrurin komin til 80 ára gamla Jákup Mortensen fyri sítt ótroyttiliga arbeiði í NSÍ. Hann búi beint omanfyri vøllin við Løkin, og byrjaði ungdómsfótbóltin í 1973.

Hann hevur í hálva øld í hálva øld havt ósigandi týdning fyri menning av barna og ungdómsfótbóltinum í felagnum. Líka frá byrjan til dagin í dag, ljóðaði grundgevingin.

Jákup Mortensen hevur eisini verið formaður í NSÍ í eitt longri tíðarskeið, og er heiðurslimur í felagnum.


placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder