
Seinastu tvey árini hevur Ingi Olsen røkt tíðaravmarkaða starvið fyri Fróði Mortensen, sum hevur verið i farloyvi.
Eftir at hann boðaði frá, at hann ikki kom aftur í starvið, hevur Vágs Kommuna søkti søkt eftir tekniskum leiðara.
Fýra umsóknir vóru til starvið, og valið fall á Jákup Olsen. Heimasíðan vagur.fo skrivar, at á fundi 25. oktober 2021 varð samtykt at seta hann í fast starv, sum tekniskan leiðara í Vágs Kommunu.
Jákup Olsen byrjar í starvinum 1. januar 2022. Um nýggja tekniska leiðaran skrivar kommunan soleiðis á heimasíðu sínari:
- Jákup er útbúgvin maskinverkfrøðingur í konstruktión og mekanikki. Harumframt hevur Jákup staðið HD 1. part og viðkomandi skeiðir, eitt nú innan samráðing. Jákup hevur átta ára starvsroyndir innan almenna og privata geiran, bæði í Føroyum og í útlondum. Seinast sum deildarleiðari á byggideildini hjá Landsverk.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald