Mentan

James Blunt á Hálsi verður 18. september

Nú konsertin er leygardag, hava fyrireikararnir valt at skipa fyri dansi eftir konsertina, har Martin Kjærbo, Páll Finnur Páll, og Kári Annand Berg fara at spæla – Seinastu atgongumerkini verða sett til sølu kl. 12

2021-09-08 11:55 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Í fjør vóru fyriskipararnir tíverri noyddir at útseta konsertina við James Blunt orsakað av koronu, men nú kemur heimsstjørnan endiliga.

Enski hitt-sangarin, James Blunt, kemur saman við sínum serstakliga dugnaliga tónleikabólki at framføra eina av sínum ONCE UPON A MIND TOUR konsertum fyri føroyingum. Hann man vera eitt hitt størsta einstaka tónleikanavnið, vit nakrantíð hava sæð í Føroyum. Hansara lætti popp/rokk tónleikur hevur hugtikið heimsborgarar í 15 ár, og eisini í Føroyum hava hansara løg verið nógv spæld í lurtunum.

James Blunt staðfesti sítt navn á altjóða tónleikapallinum í 2004, tá hann gav út fløguna Bed of Bedlams. Útgávan streyk upp á tindarnar kring allan heim, og serliga vóru tað løgini “You’re Beautiful” og “Good Bye My Lover” sum gjørdu um seg á hittlistunum kring allan heim. Fløgan gjørdist hin mest selda útgávan í 00’unum í Onglandi, sambært The Official Chart Company.

Síðani Bed of Bedlams hevur James Blunt givið út eina røð av útgávum, og eisini hevur hann samstarvað við aðrar tónleikarar. Í 2017 hittaði hann saman við Robin Schulz við lagnum “OK”, og í 2018 framleiddi hann saman við Lost Frequencies lagið “Melody”, sum kleiv upp á tónatindarnar kring allan heim. James Blunt hevur vunnið hópin av viðurkenningum og tilnevningum.

Hetta verður ein minnisríkt kvøld, tí nú konsertin er leygardag, hava fyrireikararnir valt at skipa fyri dansi eftir konsertina.  Øll James Blunt atgongumerki eru eisini galdandi til dansin og 90ara kvøldið eftir konsertina. Til dansin spæla Martin Kjærbo, Páll Finnur Páll og Kári Annand Berg.

Skáin fyri kvøldið sær soleiðis út:

Kl. 21.00 Dyrnar lata upp
Kl. 21.00 Janus Wiberg
Kl. 21.45 James Blunt
Kl. 23.30 Martin Kjærbo
Kl. 01.00 Páll Finnur Pall
Kl. 02.00 Kári Annand Berg
Kl. 03.30 Dansurin endar

Seinastu 200 atgongumerkini til James Blunt fara til sølu á www.ebillett.fo í dag 8. september kl. 12.00. Um ein bara ynskir at keypa atgongumerki til dansin, so er tað eisini møguligt at keypa á www.ebillett.fo. 21 ára aldursmark er til dansin.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder