Mentan

James Blunt: Meira enn helvtin av atgongumerkjunum longu rivin burtur

Eftir minni enn eitt samdøgur vóru 1250 atgongumerki seld, og so stóra undirtøku høvdu tey als ikki væntað, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari

James Blunt (Mynd: EPA)

James Blunt (Mynd: EPA)

2020-02-04 18:20 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í gjár varð boðað frá, at heimskendi bretski sangarin James Blunt kemur til Føroya at spæla í summar, og longu nú er konsertin 55 prosent útseld.

Í gjárkvøldið, minni enn eitt samdøgur eftir, at atgongumerkjasølan byrjaði, hevði mann longu selt einar 1.250 billettir, og hetta hevði mann als ikki roknað við, sigur Rúni Djurhuus, fyriskipari.

Konsertin verður 1. juni í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, sum síðan hon varð útbygd, tekur 2.400 fólk.

Rúni Djurhuus segði við Kringvarpið í gjár, at neyðugt var at selja 2.000 atgongumerki fyri, at konsertin skuldi mæla runt fíggjarliga, og við góðu undirtøkuni higartil, sær hetta út til at eydnast.

Fyriskipararnir fegnast um góðu undirtøkuna, og verður konsertin útseld, er ikki ósannlíkt, at mann fer at royna at skipa fyri øðrum stórum innandurakonsertum í framtíðini, sigur Rúni Djurhuus.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder