Mentan

James Blunt-konsertin longu útseld

Heimskendi hittmakarin kemur til Føroya at spæla 1. juni fyri fullsettari høll

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

2020-02-18 06:52 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Tað var mánadagin fyri tveimum vikum síðani, at tað varð kunngjørt, at James Blunt, sum stendur aftanfyri fleiri heimshitt, kemur at framføra við bólki í Ítróttarhøllini á Hálsi annan hvítusunnudag, 1. juni.

Fleiri enn tveytúsund argongumerki vórðu sett til sølu, og tey hava gingið sum heitt breyð. Longu dagin eftir at tað varð kunngjørt, vórðu helvtin av atgongumerkjunum rivin burtur, og nú er útselt, boða fyriskipararnir frá.

100 atgongumerki eru sett av til endasølu, og verða til sølu dagin fyri konsertina.

Sostatt er greitt, at tað verður fyri fullsettari høll, at James Blunt fer at framføra hitt sum You’re Beautiful, Goodbye My Lover, 1973, og aðrar sannar landaplágur.

Jens Marni Hansen og Janus W. Mortensen standa fyri upphitingini.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder