Á middegi í dag verður hátíðarhald á Kallinum í sambandi við serliga James Bond-avdúking. Tað er Jóhannus Kallsgarð, bóndi á Trøllanesi, sum skipar fyri, skrivar Norðlýsið.
Nýggjasti James Bond-filmurin, "No Time to Die" varð partvíst tikin upp á Kalsoynni, og kann væntast, at filmurin fer at fáa fleiri ferðafólk at leita sær til Kallin.
– Vit halda so avgjørt, at hetta kemur at hava ein veldigan fyrimun fyri ferðavinnuna og filmsvinnuna í Føroyum, og tí hava vit valt at gera eitt sindur burturúr í dag, sigur Jóhannus Kallsgarð við Útvarpið í morgun.
Tað verður Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, sum fer at avdúka eitthvørt á kallinum, men júst hvat tað verður, verður ikki upplýst.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald