Í farnu viku varð boðað frá, at frumsýningin av nýggjasta James Bond filminum, "No Time To Die", sum eisini inniheldur upptøkur av Kalsoynni, er vorðin útsett enn einaferð.
Upprunaliga skuldi frumsýningin vera í mars, men hesum forðaði korona fyri. Avgerð varð í vár tikin um at útseta frumsýningina til í november, men filmurin verður kortini ikki tøkur fyrr enn í apríl 2021.
Les eisini: Kallurin og James Bond bíða til 2021
Men James Bond filmurin er bert ein av mongum stórfilmum, sum eru vorðnir útsettir orsakað av alheimsfarsóttini.
Millum teirra eru fleiri superhetjufilmar sum t.d. "The Batman", "Wonder Woman 1984", og "Black Widow".
Aðrir filmar, eitt nú nýggi "Mulan"-filmurin hjá Disney og "Greyhound" við Tom Hanks, eru farnir beinleiðis út á stroymingartænastur.
Aðrir filmar, sum eru ávirkaðir eru framhald av "Avatar" og filmar í "Star Wars"-hugaheiminum.
Heimasíðan CNET hevur gjørt ein lista yvir filmar, sum eru vorðnir útsettir orsakað av koronafarsóttini.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald