Eftir ætlan skuldi nýggi James Bond-filmurin við heitinum “No Time to Die” hava frumsýning á einum stórum tiltaki í London tann 31. mars. Hetta verður av ongum.
Frumsýningin er útsett til 12. november.
Hetta upplýsa framleiðararnir av filminum á Twitter í dag, skrivar Danmarks Radio á heimasíðuni.
- MGM, Universal og Bond-framleiðararnir, Michael G. Wilson og Brbara Broccoli, upplýsa í dag, at eftir at hava hugsað gjølla um støðuna á altjóða biografmarknaðinum, at “No Time to Die” verður útsettur til november 2020, stendur í Twitter-boðunum.
MGM, Universal and Bond producers, Michael G. Wilson and Barbara Broccoli, announced today that after careful consideration and thorough evaluation of the global theatrical marketplace, the release of NO TIME TO DIE will be postponed until November 2020. pic.twitter.com/a9h1RP5OKd
— James Bond (@007) March 4, 2020
Óttin fyri coronavirusinum hevur ført til avlýsingar av stórum tiltøkum, og nú bendir á, at filmsvinnan eisini verður ávirkað av hesum.
Hetta 25. James Bond-filmurin, sum verður givin út. Upptøkur til filmin eru eisini gjørdar í Kalsoynni, so nøkur sekund av Føroyum verða helst at síggja.
Brellbiti av "No Time to Die" sæst her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald