Innanlands

Jan Lamhauge um tíðina í KVF: Føldist sum eitt stórt persónligt svik

- Landskassin bleiv 90 milliónir ríkari og tíðindaleiðarin fekk fótin. Føldist sum stórt persónligt svik

(Mynd: Sprotin)

(Mynd: Sprotin)

2019-11-14 18:33 Author image
Sverri Egholm
placeholder

Bókin “Svik” kemur í hesum døgum út í sølubúðirnar, men hevur longu elvt til kjak millum fólk og á nertinum.

Jan Lamhauge, journalistur, hevur skrivað bókina um skattamálið hjá Eik. Málið er komið sera tætt av lívinum og kendist sum eitt stórt persónligt svik, sigur hann.

- Tað bleiv so stórt rok í Kringvarpinum. Sendingin “Skattamálið 2” var ørskin til at tíðindaleiðarin í Kringvarpinu varð søgd upp, so tað føldist øgiliga persónligt. Og tað føldist eisini órættvíst, sigur Jan Lamhauge í samrøðu við Nón í útvarpinum.

- Tað var jú hent tað í forløbinum, at landskassin varð blivin 90 milliónir ríkari, og tað er ikki nógv sum Suni Schwarts Jacobsen og Jørn Astrup Hansen eru samdir um, men teir eru samdir um at Kringvarpið var avgerandi fyri hvussu málið endaði, sigur hann.

- So tað, at onkur varð uppsagdur í Kringvarpinum fyri tað, sum vit gjørdu, føldist sum eitt svik.

- Vit høvdu slitið okkum upp fyri Kringvarpið í tvey ár, arbeitt í døgndrift, landskassin bleiv 90 milliónir ríkari, og tíðindaleiðarin fekk fótin. Tað føldist sum eitt stórt persónligt svik, sigur Jan Lamhauge við Nón.

Jan Lamhauge er í farloyvi frá Kringvarpinum, og hevur ikki tikið støðu til um hann kemur aftur í starv.

Hoyr samrøðuna, sum Ingi Rasmussen gjørdi í Nón seinnapartin í gjár her

Les eisini: Advokatur: Bókin byggir á eina lygn

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder