Innanlands

Jan Lauritsen settur í starv sum tilbúgvingarleiðari í Fuglafjarðar kommunu

42-ára gamli maskinsmiðurin og flogskiparin hevur seinastu trý árini verið sløkkiliðsmaður og er í løtuni virkandi tilbúgvingarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu

2020-12-22 13:37 Author image
Agnar Prestá
placeholder

Fuglafjarðar býráð samtykti á fundi 17. desember 2020, at seta Jan Lauritsen í starvið sum tilbúgvingarleiðari.

Hetta verður boðað frá á heimasíðuni hjá kommununi.

Jan Lauritsen er 42 ára gamal og útbúgvin maskinsmiður og flogskipari. Hann byrjar í starvinum sum tilbúgvingarleiðari tann 1. januar men er í løtuni virkandi tilbúgvingarleiðari hjá Fuglafjarðar kommunu,

Jan Lauritsen hevur starvast sum sløkkiliðsmaður í 3 ár.  

 

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder