
Fyrrapartin varð tekniska toymið í Nes kommunu boðið til ein góðan drekkamunn á kommunuskrivstovuni, nú tveir starvsfelagar hava verið í starvi í 25 ár.
Talan er um Jan Petersen, sum nú er arbeiðsformaður, ið varð settur í starv á vári í 1996 og Kristin Nordendal, arbeiðsmaður, sum varð settur í starv á heysti sama ár.
Í øll hesi 25 árini hava teir arbeitt saman, oftast lið um lið, altíð í sera góðum samstarvi, skrivar heimasíðan hjá Nes kommunu.
Súni í Hjøllum, borgarstjóri, handaði teimum hvør sín málning og blómur og takkaði teimum fyri vælaverk og sera gott samstarv millum ár og dag; fyri trúgva og drúgva tænastu.
- Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri kommununa at hava so trúgv starvsfólk. Gjøgnum eitt langt arbeiðslív hava tit møtt nógvum ymiskum avbjóðingum. Tað er ein stórur fyrimunur fyri kommununa at hava fólk við innliti og royndum, tá ið uppgávurnar skulu loysast.
Málningarnar hevur Jógvan Martin Olsen málað
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald