Mentan

Januhairy: Kvinnur lata hárið á kroppinum vaksa

- Hví eru vit dovin, um vit ikki raka okkum, spyr enska Laura Jackson, stigtakari til nýggja hashtaggið Januhairy

Mynd: Instagram

Mynd: Instagram

2019-01-19 13:22 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Í seinastuni er eitt nýtt hashtag byrjað at gera um seg á Instagram.

Fert tú inn á Instagram og leitar undir #januhairy, kemur tú fram á fleiri túsund myndir av kvinnum, sum hava latið hárið á kroppinum vaksa.

Tað er 21 ára gamla Laura Jackson úr Onglandi, sum hevur tikið stig til átakið. Hon sigur við miðilin The Telegraph, at hon ikki rakar sær hendan mánaðan. Hetta er fyri at mótmæla hugburðinum um, at kvinnur skulu vera uttan kroppshár.

- Um vit gera okkurt ella síggja okkurt nóg ofta, verður tað vanligt, sigur hon

Í dagføring á Instagram greiðir hon frá, hvussu hon noyddist at greiða familju og vinfólki frá, hví hon gjørdi hetta, og tað vóru ikki øll, sum skiltu tað. Hon skrivar m.a. soleiðis:

- Tá eg fyrst byrjaði at lata hárið vaksa, spurdi mamma mín meg, um eg var dovin, ella um eg royndi at prógva okkurt. Hví eru vit dovin, um vit ikki raka okkum? Og hví er neyðugt, at vit hava okkurt at prógva?

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder