Føroyski tónleikaframleiðarin Janus Rasmussen, sum fyri tað merka virkar í Íslandi, er føroyska uppskotið til norðurlendsku tónleikavirðislønina í ár. Hann er innstillaður fyri elektroniska verkið ”Vín”, ið varð givið út í fjør.
Í gjár vórðu tónleikararnir, ið eru tilnevndir til virðislønina kunngjørdir. Norðurlendska tónleikavirðislønin verður annað hvørt ár givið til eitt útinnandi listafólk og til ein tónasmið. Í ár eru tað tónasmiðirnir, ið skulu heiðrast.
Dómanevndin sigur soleiðis um Janus Rasmussen í innstillingini:
”Á síni fyrstu soloútgávu, Vín, ið kom út í 2019, granskar Janus Rasmussen eina breiða viftu av ljóðflatum innan electronica.
Umframt at spæla gittar tekur stórur partur av hansara tónlistaliga heimi útgangsstøði í einum ídni at skapa síni egnu ljóð elektroniskt. Sum annar helmingur av íslendsk-føroysku duoini, Kiasmos, hevur hann seinastu árini spælt undir liðini á Ólafi Arnalds á viðurkendum festivalum kring allan heim og fingið framúr ummæli.
Á Vín manar Rasmussen fram síni fjølbroyttu hugskot við tryggari hond. Vín er sera væl framleitt og er bygt á eitt dj-sett av 12 samanhangandi instrumentalum stykkjum. Heitini á stykkjunum eru litir, tøl ella mánaðir. Við hesi útgávuni staðfestir Rasmussen seg sum gávuríkan tónleikara, ið er førur fyri at lata fullkomnan tekniskan førleika og spakført huglag ganga upp í eina hægri eind.”
Hini tilnevndu eru:
Danmark: ”Songs of Doubt” hjá Niels Rønsholdt og ”Symphony II for Sampler and Chamber Orchestra” hjá Den Sorte Skole & Karsten Funddal
Finnland: ”Lake” hjá 3TM og klaverkonsertin ”Konsertto neljäsosasävelaskelpianolle ja kamariorkesterille” hjá Sampo Haapamäki
Grønland: ” Inuunerup oqarfigaanga / Livet skal leves på ny” hjá Rasmus Lyberth
Ísland: ”Chernobyl” hjá Hildur Guðnadóttir og ”Lendh” hjá Veronique Vaka
Noreg: ”Lyriske stykker” hjá Ørjan Matre og ”Theory of the Subject” hjá Trond Reinholdtsen
Svøríki: ”Honey” hjá Robyn og ”Acanthes” hjá Andrea Tarrodi.
Tónleikavirðisløn Norðurlandaráðsins varð fyrstu ferð handað í 1965. Bert einaferð er heiðurin farin til ein føroying. Tað var í 2002, tá Sunnleif Rasmussen fekk heiðurin fyri sína fyrstu symfoni ”Oceanic Days”.
Tónleikurin hjá Janusi Rasmussen, ið nú er tilnevndur kann hoyrast her:
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald