Janus Trúgvason fer at framføra á mentanarnáttini á Tvøroyri tann 31. mai.
Tað er í samband við at Lions Club Suðuroy hevur tiltak í Tarvafjósinum, at Janus fer at framføra nøkur løg.
Janus er úr Hósvík og hóast nøkur kanska ikki kenna navnið beinanvegin, so er Janus sera royndur tónleikari. Fyri uttan at hava verið partur av Tórshavnar mannskórið og at hava spælt til nógv tiltøk kring landið og í Danmark, so er Janus einamest kendur fyri at vera onnur helvtin av bólkinum “Safir”, saman við Tór Verland Johansen.
Teir góvu fløguna “Safir” út í 1996 og var hon sera nógv spæld í Útvarpinum um tað mundið. Lagið “Tú ert so deilig”, kann hoyrast her.
Í Tarvafjósinum fer Jana Ólavsdóttir at greiða frá serstøku føroysku jarðfrøðini. Jana er jarfrøðingur og vardi hon í 2013 PhD um føroysku undirgrundina, á universitetinum í Keypmannahavn. Føroyska jarðfrøðin er áhugaverd og ikki minst er jarðfrøðin júst í Suðuroynni, heilt sersøk, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald