Mentan

Janus Wiberg syngur á mentarnáttini

Enn eitt navn er lagt afturat ókeypis tónleikatiltakinum á Tvøroyri í sambandi við mentanarnáttina 31. mai

2024-03-27 15:03 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

Enn eitt gott tónleikanavn er klárt til árligu Mentanarnáttina á Tvøroyri – tað er navnframi Janus Wiberg Mortensen, ið saman við bólki sínum fer at trína á pallin í miðbýnum, fríggjakvøldið 31. mai.

Janus er einki óskrivað blað í føroyskum tónleikahøpi, eitt nú er hann kendur fyri eina ta størstu landapláguna vit hava, “Mítt vakra Føroya land”, men hann hevur eisini fleiri onnur væl umtókt løg. Góðu sangevnini hava eisini ført við sær, at Janus eitt nú hevur hitað pallin upp fyri heimsstjørnuna James Blunt, tá hesin var í Føroyum.

Seinast gjørdi ungi tónleikarin vart við seg, tá hann sang seg víðari í innleiðandi umfarinum í danska Melodi Grand Prixnum.

Janus hevur røtur her á Tvøroyri, haðani bæði foreldrini koma, tí  er tað eisini serliga stuttligt at fáa vitjan av honum og frálíka bólki hansara.

 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder