Japanska stjórnin mælir nú til, at geislavirkið vatn frá oyðilagda Fukushima kjarnorkuverkinum verður latið út í umhvørvið.
Orsøkin er, at goymslurnar til geislavirkið vatn frá afturlatna virkinum nú eru fyltar.
Kjarnorkuverkið var úti fyri eini niðurbræðing fyri skjótt níggju árum síðani, tá ein flóðalda floymdi yvir økið. Ein jarðskjálvti var orsøk til flóðalduna.
Síðan er ein millión tons av geilsavirknum vatnið savnað. Og nú eru tangarnir, sum vatnið verður goymt í um at vera fyltir.
Náttúru- og orkuumsitingin hjá japansku stjórnini vísir á tríggjar møguleikar at loysa trupulleikan: At lata vatnið út á sjógv, at lata tað sirma út í luftina ella ein samanrenning av hesum báðum møguleikum.
- Vað eru ikki aðrir møguleikar at loysa trupulleikan, sigur eitt umboðsfólk fyri kjarnorkuverkið.
Dálkað vatn verður framvegis pumpað upp og sílað, so at so at siga øll tey geislavirknu evnini verða fingin úr.
Men eftir hesa gerð er framvegis tritium í vatninum, og sambært serfrøðingum er hetta evnið bert skaðiligt fyri fólk í stórum dosum, skrivar AFP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald