Danmark hevur nú fingið formella umbøn úr Japan um at útflýggja Paul Watson, sum 21. juli varð handtikin í Grønlandi.
Handtøkan varð framd sambært einum 12 ára gomlum handtøkuboðum úr Japan.
- Løgmálaráðið kann upplýsa, tað hevur fingið eina formella umbøn frá japanskum myndugleikum um at fáa Paul Watson útflýggjaðan, upplýsir løgmálaráðið fyri dr.dk.
Nú er tað upp til danska løgmálaráðið at avgera, um 73 ára gamli Paul Watson kann útflýggjast til Japans.
Japan skuldsetir hann fyri “innbrot, ognarskaða, forðing fyri virksemi og persónskaða í sambandi við tvær hendingar, sum fóru fram í Antarktis í februar 2010 móti einum japanskum skipi”.
Ein møgulig útflýggjan av Paul Watson skal fara fram sambært grønlendsku lógini um útflýggjan og grønlendsku revsilógini, upplýsir løgmálaráðið, sambært Danmarks Radio.
Paul Watson varð handtikin í sambandi við, at umhvørvisskipið John Paul de Joria legði inn í Nukk at bunkra í sambandi við ferð til Kyrrahavi eftir útnyðringsleiðini norður um Kanada.
Hann varð í grønlendska rættinum og seinni landsrættinum fyribils fongslaður til 15. august.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald