Uttanlands

Japan: Deyðarevsing fyri at hava dripið 19 fólk á røktarheimi

Í juli 2016 drap Satoshi Uematsu 19 fólk og særdi 26, og nú er hann dømdur til deyða

Satoshi Uematsu í 2016 (Mynd: APP)

Satoshi Uematsu í 2016 (Mynd: APP)

2020-03-16 15:34 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

26. juli 2016 vórðu 19 fólk dripin og 26 særd á einum røktarheimi fyri fólk við serligum tørvi í Japan. Drápsmaðurin, Satoshi Uematsu, sum í dag er 30 ár, er nú dømdur til deyða.

Sambært Ritzau, verður hetta rópt ógvusligasta hópdrápið í japanskari søgu. Satoshi Uematsu játtaði seg sekan í at hava framt drápið á røktarheiminum, har hann áður hevði starvast.

Fleiri av búfólkunum á røktarheiminum, sum liggur í býnum Sagamihara, vórðu stungin við knívi, meðan tey svóvu.

Hendingin var ein stórur skelkur fyri Japan, har slíkar ógvusligar brotsgerðir eru sjáldsamar, m.a. orsakað av stranga vápnaeftirlitinum. Hetta elvdi eisini til kjak um viðferðina av fólki við serligum tørvi.

Í februar segði Uematsu eisini í rættinum, at hann ikki angraði sínar gerðir, og at fólk, sum ikki eru før fyri at samskifta við onnur, eru ein byrða fyri samfelagið.

Uematsu er nú dømdur, og skal hann avrættast við heinging

– Hendan brotsgerðin varð lagt til rættis framanundan, og har eru góð prógv fyri ynskið um at drepa. Óndskapurin í hesum er ógvusligur, var grundgevingin hjá dómaranum.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder