Uttanlands

Japan: Føðingardagshátíðarhald avlýst orsakað av coronavirusinum

Naruhito keisari fyllir 60 ár um vikuskiftið, men familjan ynskir ikki at seta fólk í vanda við at savna stórar mannamúgvur

Japanski keisarin, Naruhito (Mynd: EPA)

Japanski keisarin, Naruhito (Mynd: EPA)

2020-02-17 14:48 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Japanska keisarafamiljan hevur tikið avgerð um at avlýsa almenna føðingardagshátíðarhaldið fyri Naruhito keisara, sum fyllir 60 ár sunnudagin, skrivar CNN.

Orsøkin er coronavirusið. Mann ynskir ikki at seta fólk í vanda fyri smittu við at savna stórar mannamúgvur til føðingardagshátíðarhaldið, sum hevði verið tað fyrsta hjá Naruhito sum keisara. Hann yvirtók nevniliga trónuna í fjør, eftir at pápi hansara legði frá sær.

Í Japan eru 414 tilburðir av coronavirusium staðfestir – 357 eru umborð á ferðamannaskipinum Diamond Princess, sum varð avbyrgt fyrst í Februar.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder