placeholder
Uttanlands

Japan góðkent koppingarevni hjá Pfizer/BioNTech

Hetta er fyrsta koppingarevnið móti korona, sum er góðkent í Japan – Ætlanin er at koppseta fyrstu heilsustarvsfólkini mikudagin, men enn er eingin koppsetingarætlan almannakunngjørd

Mynd: EPA

Mynd: EPA

2021-02-14 14:02 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Um eitt lítið hálvt ár er ætlanin, at OL skal fara av bakkastokki í japanska høvuðsstaðnum Tokyo.

Ivamál hevur verið um, hvørt tað kann lata seg gera at skipa fyri OL í summar orsakað av koronafarsóttini, sum júst var orsøkin til, at tað varð útsett í eitt ár, men fyriskiparar hava ferð eftir ferð boðað frá, at tað verður hildið í summar sum ætlað.

Nú hevur Japan eisini góðkent koppingarevnið hjá Pfizer og BioNTech, sum er fyrsta koppingarevni móti korona, sum verður góðkent í landinum.

Japanski heilsumálaráðharrin hevur góðkent koppingarevnið í dag, og tey fyrstu verða væntandi koppsett longu mikudagin. Tá væntar mann at kunna koppseta millum 10.000 og 20.000 japansk heilsustarvsfólk.

Ein endalig koppsetingarætlan fyri Japan, sum hevur uml. 126 mió. íbúgvar, er tó enn ikki almannakunngjørd.

Eftir ætlan skal OL verða í døgunum 23. juli til 8. august 2021. Upprunaliga skuldi tað vera á sumri í 2020, men so varð ikki.

Sambært Ritzau verður heitt á ítróttafólk og aðrar luttakarar, sum koma úr øllum heiminum, um at koppseta seg, áðrenn tey koma. Hetta er tó ikki eitt formligt krav.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder