Óttin fyri at gerast heimleys fekk eina japanska kvinnu at goyma líkið av mammu sínari í einari frystiboks í íbúð sínari í tíggju ár.
Tað er frágreiðingin, sum 48 ára gamla kvinnan hevur givið japansku løgregluni, sum fríggjadagin handtók hana á einum gistingarhúsi í býnum Chiba nærindis Tokyo.
Kvinnan búði saman við mammu síni í íbúðini, og tá hon fyri tíggju árum síðani fann mammuna deyða, valdi hon at fjala líkið í frystiboksini.
Tað var navnið á mammuni, sum stóð á leigusáttmálanum, og tí óttaðist kvinnan at gerast heimleys, um mamman varð staðfest deyð.
Men miðskeiðis í hesum mánaðinum endaði kvinnan kortini úti á gøtuni, tí hon ikki megnaði at gjalda leigukostnaðin, og tá reingerðarfólk skuldu gera íbúðina klára til næsta leigara, varð líkið funnið.
Síðani varð 48 ára gamla kvinnan handtikin. Hon er tó ikki undir illgruna fyri at hava dripið mammuna.
Líkskoðanin hevur, sambært Ritzau, ikki kunnað staðfest, nær mamman er deyð, ella hvørjum hon doyði av, men hon hevði ongar sjónligar skaðar. Hildið verður, at hon var um 60 ára gomul, tá hon doyði.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald