Fleiri av limunum í japanska stjórnarflokkinum LDP ætla at leggja fram lógaruppskot um, at stjórnin skal banna TikTok og aðrar sosialar miðlar, um teir verða brúktir at spjaða falstíðindi.
Almennir myndugleikar kring heimin hava bannað TikTok og meta appina vera ein vandi fyri trygdina. Í Japan sleppa starvsfólk hjá tí almenna heldur ikki at hava TikTok og aðrar sosialar miðlar á arbeiðstelefonunum og øðrum tólum, sum verða brúkt til at handfara viðkvæmar upplýsingar.
Orsøkin er illgrunin um, at ByteDance, sum eigur TikTok, gevur kinesisku stjórnini atgongd til upplýsingar hjá brúkarunum, men sambært Kina byggir hetta á falstíðindi.
Endamálið við lógaruppskotinum hjá LDP er tó ikki at fara eftir einum ávísum sosialum miðli, sigur tinglimur fyri flokkin sambært tíðindastovuni Reuters.
Uppskotið verður eftir ætlan lagt fram í apríl.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald