Uttanlands

Japan letur meira upp fyri ferðandi

31,8 milliónir ferðafólk vitjaðu Japan í 2019, men higartil í ár hevur talið bert verið um 500.000

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2022-10-10 11:00 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Eftir tvey ár við strangum koronaavmarkingum letur Japan týsdagin meira uppaftur fyri ferðafólki. Tá sleppa ferðandi úr fleiri londum aftur inn í landið uttan visum.

Fumio Kishida, forsætisráðharri sigur, at hann vónar, at hetta kann styrkja búskapin.

Sambært Reuters hevur Japan bert havt góð 500.000 ferðafólk í ár.

Í 2019, sum var metár, komu 31,8 milliónir ferðafólk til Japan. Myndugleikarnir høvdu vónað at fáa 40 milliónir ferðafólk í 2020 í sambandi við OL í Tokyo, men hesum forðaði koronafarsóttin fyri.

Málið hjá japansku stjórnini er at fáa fimm trilliónir yen (264,7 milliardir krónur) inn frá ferðavinnuni um árið, men mett verður ikki, at hetta fer at eydnast.

Í 2023 verður mett, at inntøkan frá ferðavinnuni bert verður 2,1 trillión yen, og at myndugleikarnir mugu bíða heilt til 2025, áðrenn inntøkurnar frá ferðavinnuni koma upp á sama støði sum áðrenn korona.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder