Uttanlands

Japan og Korea rakt av tropiskari ódn

Í minsta lagi 20 fólk eru særd, fýra eru horvin, og fleiri hundrað túsund húsarhald eru uttan streym

Á japansku oynni Kyushu (Mynd: EPA)

Á japansku oynni Kyushu (Mynd: EPA)

2020-09-07 07:55 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Sunnudagin varð sunnari parturin av Japan raktur av tropisku ódnini Haishen.

Fleiri mió. fólk vórðu biðin um at leita sær skjól, og myndugleikarnir ávaraðu um, at ódnin, sum sigst at vera stór og ógvuslig, kundi elva til metnógv avfall og vatnflóð.

Tá ódnin nærkaðist japansku oynni Kyushu sunnukvøldið, var vindstyrkin máldur til 60 m/s. Heitt varð á sjey av teimum 14 mió. íbúgvunum í oynni, sum er triðstørsta oyggin í Japan, um at leita sær skjól.

Ódnin elvdi eisini til, at fleiri hundrað túsund heim í økinum mistu streymin, skrivar Ritzau.

Orsakað av ódnini, er japanska sjóverjan noydd at steðga leitingini eftir manningini frá neytaflutningsskipinum Gulf Livestock 1, sum í farnu viku varð tikið av stórari aldu á veg til Kina. Higartil hevur mann bert funnið tvey av manningini á lívi. Manningin telur 43.

Mánamorgunin rakti ódnin Koreansku Hálvoynna. Har hevur hon oyðilagt bygningar og vegir og tikið streymin frá túsundatals húsarhaldum, skrivar heimasíðan Global News.

Í minsta lagi 20 fólk eru særd í Japan, og fýra eru horvin. Mánamorgunin vóru eini 500.000 heim enn uttan streym. Orsakað av ódnini eru fleiri hundrað flogfráferðir avlýstar í bæði Japan og á Koreansku Hálvoynni.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder