Uttanlands

Japan rakt av jarðskjálvta í morgun

Skjálvtin varð máldur 6.2 á Richter-stiganum, og ongar fráboðanir hava verið um skaðar

Mynd: Channel News Asia/USGS

Mynd: Channel News Asia/USGS

2019-08-04 14:18 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Ein jarðskjálvti, ið varð máldur 6.2 á Richter-stiganum rakti Japan útfyri Fukushima sunnukvøldið lokaltíð (um hálvgum tólv í morgun okkara tíð).

Miðilin The Japan Times skrivar, at ongar ávaringar um flóðaldur vórðu sendar út.

Fólk í japanska høvuðsstaðnum Tokyo merktu eisini skjálvtan, hóast býurin liggur 250 kilometrar frá Fukushima.

Sambært bretska miðlinum Mirror, vóru ongar fráboðanir um skaðar.

Tað er øgiliga vanligt við jarðskjálvtar í Japan.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder