Stutt eftir klokkan níggju í morgun okkara tíð varð boðað frá ógvusligum jarðskjálvta og ávarað um flóðaldu út fyri norðara partinum av Japan.
Flóðaldan var uml. ein metur høg.
Sambært amerikanska USGS, United States Geological Survey, er talan um ein jarðskjálvta, sum er máldur til 7,0. Hetta hendi nærindis Miyagi landslutinum, sum eisini varð raktur av ógvusligum jarðskjálvta í mars 2011. Tá var talan um ein skjálvta, sum varð máldur til 9,0.
Sambært Ritzau eru enn ongar fráboðanir komnar um oyðileggingar ella persónsskaða, men uml. 200 heim eru uttan streym, upplýsir lokala orkufelagið, Tohoku Electric Power.
Fleiri fólk hava eisini leitað sær burtur frá strandarøkinum í dag.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald