Í Japan hava í minsta lagi 23 fólk latið lív, eftir at Hagibis, ein serstakliga ógvuslig tropisk ódn, rakti landið við 60 m/s. Harafturat eru 16 fólk saknað og 128 fólk særd, skrivar Ritzau.
Hagibis hevur elvt til bæði vatnflóð og jarðskjálvta.
Seinasta døgnið hevur ódnin elvt til so nógv regn yvir økið kring høvuðsstaðin Tokyo, at japanskir veðurfrøðingar siga seg ongantíð hava upplivað nakað líknandi. Í hesum tíðarskeiðnum hava japanarar nevniliga fingið gott ein metur av avfalli.
Vatnflóð í Nagano, Japan (Mynd: EPA)
Meðan ódnin herjaði, varð Tokyo eisini raktur av einum jarðskjálvta, sum varð máldur 5,7, og fekk hetta nógvir borgarar at leita sær skjól.
Fleiri tíggjutúsund fólk eru savnað í kreppumiðstøðum, og nógv onnur høvdu valt at steingja seg inni hema.
Hagibis rakti Japan bert ein mánað eftir, at landið varð rakt av einari aðrari ódn. Endurbyggingararbeiðið eftir seinastu ódnini var enn ikki liðugt, tá Hagibis rakti landið.
27.000 bjargingarfólk eru saman við løgreglu og sløkkiliði í ferð við bjargingararbeiðnum, og myndugleikarnir hava eisini sent tyrlur út eftir fólki.
Í løtuni eru næstan 400.000 heim uttan streym og 14.000 uttan vatn.
Dagførd kl. 11.51
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald