Uttanlands

Japan skal hava nýggjan stjórnarleiðara

Shinzo Abe leggur frá sær av heilsuávum eftir at hava sett met sum longst sitandi forsætisráðharri í Japan

Shinzo Abe (Mynd: EPA)

Shinzo Abe (Mynd: EPA)

2020-08-28 10:06 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Japanski forsætisráðharrin, Shinzo Abe, fer frá sum stjórnarleiðari av heilsuávum. Hann tekur seg úr sessinum, tá ein nýggjur forsætisráðharri er funnin.

Tað upplýsti hann á tíðindafundi í dag.

- Eg biði um umbering av øllum mínum hjarta. Eg ætlaði ikki, at sjúkan skuldi ávirka týdningarmiklar politiskar avgerðir, segði hann og greiddi frá hvussu sjúka hesa seinastu tíðina er versnað og hevur rakt hann meint.

- Tað pínir meg at skula gevast áðrenn eg havi nátt málum mínum, segði Shinzo Abe.

Japan er triðstørsti búskapur í heiminum. Bruttotjóðarúrtøkan hjá Japan er umleið seks prosent av samlaða BTÚ í heiminum.

Hetta er aðru ferð, at 65 ára gamli leiðarin tekur seg aftur av heilsuávum. Hann gjørdi tað eisini í 2007, men kom aftur fimm á seinni við fimm óstøðum forsætisráðharrum á odda fyri landsins stjórn.

Shinzo Abe hevur tilsamans ført flokk sín, LDP, til seks valsigrar.

Seinastu tíðina hevur verið tosað nógv um heilsustøðuna hjá Abe, skrivar dr.dk. Hann hevur nýliga tvær ferðir verið innlagdur. Reuters tíðindastovan skrivar, at Abe í áravís havt trupulleika av eini kroniskari sjúku við bløðandi bruna í langanum.

Núverandi valskeið hansara gongur til september 2021, og í hesi vikuni yvirhálaði hann skyldmann sín, Eisaku Sato, sum tann, ið hevur sitið longst sum forsætisráðharri í søgu Japans.

Shinzo Abe er úr eini familju, sum í ættarlið hevur sett sín dám á japanskan politikk.

Abbi hansara í faðirætt, aðalsmaðurin Nobusuke Kishi, var fongslaður eftir annan heimsbardaga, men var aldrið dømdur sum krígsbrotsmaður – og hann kom aftur, og var forsætisráðharri í Japan frá 1957 til 1960.

Pápi hansara, Shintaro Abe, var uttanríkisráðharri í fleiri ár, og skuldi eftir ætlan gerast forsætisráðharri, men hann doyði av krabbameini í 1991 uttan at náa ovastu rók. 

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder