Japanska stjórnin umhugsar at lýsa undantaksstøðu í Tokyo og restina av høvuðsstaðarøkinum. Orsøkin er eitt vaksandi smittutal, sum leggur trýst á heilsuverkið, sigur japanski forsætisráðharrin, Yoshihide Suga í dag.
Gamlaárskvøld skrásetti Japan 4.250 nýggjar smittutilburðir, sum er hægsta økingin, landið hevur skrásett undir hesari farsóttini.
Orsakað av nýggju smittubylgjuni bað stýrið í Tokyo og í trimum øðrum sýslum stjórnina um at lýsa undantaksstøðu. Higartil hevur forsætisráðharrin tó ikki viljað gjørt hetta, tí hann óttast avleiðingarnar fyri japanska búskapin.
Fyribils verður mælt til, at matstovur og karaokebarrir í Tokyo steingja tveir tímar fyrr um kvøldið, meðan skeinkistøð skulu lata aftur klokkan 19. Hildið verður nevniliga, at ein stórur partur av smittuspjaðingini er farin fram á matstovunum, og tí eigur hetta at hjálpa, sigur forsætisráðharrin.
– Heldur ikki undir tríggjar dagar langu nýggjársferiuni fór smittutalið niður í Tokyo. Vit hildu tí, at tað varð neyðugt við einum sterkari boðskapi, sigur Suga um møguleikan fyri at lýsa undantaksstøðu.
Nær stjórnin fer at taka avgerð um hetta verður ikki upplýst, skrivar Ritzau.
Eftir ætlan skal Tokyo vera vertur fyri olympisku leikunum í summar. Upprunaliga skuldi OL vera í fjør, men tað varð útsett í eitt ár orsakað av farsóttini. Í farnu viku segði Yoshihide Suga, at tey ongar ætlanir høvdu um at avlýsa OL í summar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald