Trý fólk, sum vóru ávegis til upptøkuroynd á universitetinum í japanska høvuðsstaðnum, Tokyo University, vórðu álopin við knívi aftanifrá av einum 17 ára gomlum dreingi.
Ofrini vóru ein 18 ára gamal maður, ein 17 ára gomul genta, og ein 72 ára gamal maður. Tann síðstnevndi varð álvarsliga særdur, skrivar DR.
Løgreglan í Tokyo hevur handtikið 17 ára gamla dreingin sum sigst at hava viljað dripið tey trý fólkini. Hann skuldi ikki sjálvur til upptøkuroynd, og hann kendi heldur ikki ofrini.
Upptøkuroyndin heldur fram hóast álopið.
Sambært tíðindastovuni Reuters skulu ein hálv millión miðnámsskúlanæmingar um alt Japan til upptøkuroynd á landsins universitetum hetta vikuskifti.
Slík álop eru øgiliga sjáldsom í Japan.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald