Í Japan ætla heilsumyndugleikarnir nú at brúka HIV-heilivág at viðgera fólk, sum eru smittað við coronavirus.
Enn er tó ikki greitt nær farast kann undir hesar royndirnar, upplýsa japansku heilsumyndugleikarnir. Yvir 500 fólk í Japan eru smittað við corona.
Meira enn 450 av teimum hava verið umborð á ferðamannaskipinum ’Diamond Princess’ sum hevur ligið avbyrgt út fyri Japan í tvær vikur.
Fyrr í mánaðinum hava læknar í Teilandi, við góðum úrslitum, havt góð úrslit við at viðgera smittaðar sjúklingar við eini serligari blanding av heilivági. Talan er um tríggjar ymsar. Tveir av teimum verða vanliga brúktir móti HIV, meðan triði heilivágurin er vanligur móti krímsmittu, skrivar Ritzau.
Eisini kinesisku heilsumyndugleikarnir hava roynt at viðgera smittaðar sjúklingar við eini líknandi blanding av heilivági.
Enn er ongin koppseting funnin móti nýggja virusinum, og sambært heimsheilsustovninum, WHO, kann tað ganga hálvtannað ár, áðrenn ein heilivágur til koppseting verður tøkur.
Í Kina hevur coronavirusið kostað yvir 1.800 fólkum lívið síðan desember. Sama tíðarskeið hava 72.400 fólk fingið smittuna, og nógv flest teirra eru skrásett í Hubei-landslutinum, har smittan byrjaði.
Virusið hevur nú spjatt seg til 20 onnur lond, eitt nú Avstralia, USA, Týskland, Frakland, Spania og Svøríki.
Ímeðan smittan herjar, roynir kommunistaflokkurin í Kina at forða fyri, at tað skal raka landsins búskap. Miðbankin í landinum lækkaði í gjár millumlongu rentuna, og roknað verður við, at vanliga rentan verður sett niður hósdagin, skrivar Ritzau. Eisini í Suðurkorea og Japan hevur coronasmittan nú gjørt sína ávirkan á búskapin í londunum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald