Guinness World Records boðaði í dag frá, at japanska kvinnan Kane Tanaka er heimsins elsta núlivandi menniskja.
Hon varð fødd í 1903 og er nú 116 ár og 66 dagar gomul.
Kane Tanaka er næstyngst av átta systkinum, og sjálv hevur hon átt fýra børn og ættleitt eitt fimta.
Kane Tanaka hevur gjøgnum lívið fingið viðgerð fyri millum annað fyri krabba í tarmunum, men er sum heild væl fyri.
Hon fer upp klokkan seks hvønn morgun, og henni dámar væl at lesa støddfrøði og at spæla brettspøl sum t.d. Othello.
Kane Tanaka er eldri enn heimsins elsti núlivandi maður, sum eisini er úr Japan. Hann eitur Jiroemon Kimura og er 116 ár og 54 dagar gamal.
Tó noyðist Kane Tanaka at bíða í seks ár, áðrenn hon kann gerast longstlivandi menniskjað nakrantíð, skrivar DR. Tað metið hevur franskmaðurin Jeanne Louise Calment, sum fyri 22 árum síðani andaðist 122 ár og 164 dagar gamal.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald