Uttanlands

Japanski forsætisráðharrin vil hitta Kim Jong-un

Tað eru 20 ár síðan ein japanskur forsætisráðharri seinast hitti ein norðurkoreanskan leiðara

(Mynd: EPA)

(Mynd: EPA)

2024-02-13 14:50 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Japanski forsætisráðharrin, Fumio Kishida, ynskir at hitta norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un.

Vón hansara er at fáa eitt "diplomatiskt gjøgnumbrot" í sambandinum millum londini fyri m.a. at tryggja, at teir japansku borgararnir, sum vórðu flutt burtur til Norðurkorea fyri fleiri áratíggjum síðani, verða leyslatnir, upplýsa keldur fyri Financial Times.

Hetta hevur sera stóran týdning, og eigur Japan ikki at spilla tíðina, segði forsætisráðharrin í røðu í japanska tjóðartinginum í farnu viku.

Fólk kring Kim Jong-un eru jalig um møguleikan at fáa í lag fund millum hann og Kishida, men enn er eingin avtala gjørd. Hetta er m.a. tí, at Kim Jong-un ikki ynskir at samstarva um eina leyslating av burturfluttu japanarunum.

Seinast ein japanskur forsætisráðharri og ein norðurkoreanskur leiðari hittast var í 2004. Tá hittust Junichiro Koizumi og Kim Jong-il í Pyongyang. Eftir hesa vitjan í Norðurkorea fingu fimm av teimum 17 burturfluttu japanarunum loyvi at fara heimaftur. Sambært Norðurkorea eru átta deyðir, og fýra komu ongantíð til Norðurkorea, skrivar Ritzau.

placeholder

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder